Fýra tingmenn vilja hava tingið kallað saman aftur í úrtíð, soleiðis at eftirlit kann havast við landsstýrinum. Løgtingsformaðurin letur ikki við seg koma. Hergeir Nielsen, Løgtingsformaður, hevur fulla virðing fyri, at teir fýra tinglimirnir, Tórbjørn Jacobsen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Kári á
Rógvi, taka støðuna í samfelagnum í størsta álvara.
Men hann ætlar sær kortini ikki at ganga áheitan frá teimum fýra um at kalla løgtingið saman beinanvegin, á møti.
Teir fýra løgtingsmenninir úr andstøðuni vilja hava formannin at kalla tingið saman har teir fáa møguleika at seta landsstýrisfólkum spurningar um
ymisk átrokandi mál.
Hergeir Nielsen sigur, at hóast tingið ikki er saman, hava løgtingslimir óskerdan møguleika at seta landsstýrisfólkum skrivligar spurningar, sum síðani skulu svarast áðrenn 10 dagar eru farnir.
Samstundis hava tingnevndir møguleika at kalla landsstýrisfólk í samráð at svara spurningum. Sostatt hava tinglimir góðar møguleikar at fáa átrokandi mál upplýst, hóast tingið ikki er saman, sigur løgtingsformaðurin. Hann vísir eisini á, at fleiri landsstýrisfólk eru burturstødd næstu dagarnar, samstundis sum um at útnorðurráðið fer burtur í næstu viku.
Tí fer hann ikki at kalla tingið saman.
Men skuldi tað hent, at 14 tinglimir, ella løgmaður, heita á løgtingsformannin um at kalla tingið saman, skal hann gera tað, men ongin slík áheitan er komin.