Kall og Tele F endaliga samanløgd í november

Kall og Tele F, sum í summar avgjørdu at leggja saman, eru nú av álvara farin at rigga til, soleiðis at klárt kann vera at leggja saman um miðjan november

 

Samanlegging

 

 

 

Við eitt fekk Føroya Tele kapping. Áðrenn nakar visti av, so vóru tvær nýggjar fyritøkur á marknaðinum, sum báðar bjóðaðu fjarskiftistænastur. Kall og Tele F itu og eita fyritøkurnar. Í summar kom tað fram, at Kall og Tele F skuldu leggja saman til eina fyritøku, ið skuldi eita... Kall.

 

Tað, sum fer at henda er, at tað mestir verður Kall, sum meira ella minni keypir ella leggur minni fyritøkuna Tele F undir seg. Fyritøkurnar báðar søgdu longu beinanvegin, at tað fór at vera torført hjá hesum báðum nýggju fyritøkunum at yvirliva á føroyska marknaðinum saman við Føroya Tele. Í framtíðini, ella í nærmastu framtíð í øllum førum, verður tað so ein fyritøka, sum kemur at kappast við almenna partafelagið á fjarskiftisøkinum.

 

 

 

Kundar fluttir yvir

 

Tað er sjálvandi eitt sindur av hvørjum, sum skal fáast upp á pláss áðrenn hesar báðar góðu fyritøkur kunnu leggjast saman. Fyrireikingarnar til at leggja saman hava verið ígongd nú eina tíð. Sambært stjórunum báðum, so verður miðjað ímóti at leggja fyritøkurnar saman um miðjan næsta mánað, tá endaligu aðalfundirnir skulu vera.

 

Kundarnir hjá Tele F skulu eftir ætlan flytast yvir til nýggju Kall fyritøkuna. Kundarnir hjá Tele F fara at fáa tilboð um m.a. Internet frá nýggju fyritøkuni. Enn er ikki heilt avgjørt hvørjar prísir nýggja fyritøkan fer at kunna bjóða sínum gomlu og nýggju viðskiftafólki.

 

Tað verður væntandi Framtaksgrunnur Føroya, sum kemur at vera størsti partaeigarin í nýggju fyritøkuni. Hinir partaeigarnir vera: Kaupthing, Tallaton Holding, Teletænastan og Islandssimi.

 

Sambært stjórunum, so krevur alt hetta við samanleggingini nógva fyrireiking, tí tað eru eitt nú ein rúgvu av nýggjum kundum, sum skulu fáast inn í skipanina hjá Kall.

 

 

 

Vinarkall

 

Seinasta átakið hjá Kall er ein tænasta, sum teir hava valt at kalla vinarkall. Henda tænastan er lík tænastum, sum vit kenna uttanlands. Sambært stjóranum hjá Kalli, Bjarna Askham Bjarnason, so henda nýggja tænastan verið ávegis í longri tíð. Fyri kortum fingu teir neyðuga loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum, soleiðis at klárt var at fara ígongd. Sambært stjóranum, so hava teir fingið nógvar nýggjar kundar.

 

Eisini hjá Tele F leggjast fleiri kundar afturat. Felagið ger ikki tað nógva við at marknaðarføra seg longur, men Billy Hansen, stjóri, sigur, at teir framvegis fáa nýggjar kundar.