Tað er spurningurin, sum blaðið Washington Post nú spyr. Ein av tíðindamonnunum hjá blaðnum, Mike Allen, var í forsetaflogfarinum Air Force One, tá tað heilt óvæntað setti seg í Bagdad herfyri.
Mike Allen skrivar, at myndin av forsetanum við teirri eftirgjørdu kalkunini er eitt lítið tekin um, hvussu Hvítu Húsini løgdu seg eftir at fáa sum mest burtur úr vitjan forsetans í Bagdad.
- Bush-stjórnin hevur bæði lítið og stórt at stríðast við í Irak. Tað lítla er tann eftirgjørda kalkunin, tað stóra hópoyðingarvápnini, sum ikki eru at finna, skrivar blaðmaðurin.