»Camp fire« skógareldurin sigst at vera mest oyðandi eldurin, í søguni hjá Amerikanska statinum, Kalifornia. Hagar til eru 29 fólk umkomin av Camp fire skógareldinum, meðan fleiri enn 6.700 bygningar eru brendir niður í grund, harav eru næstan alt hús hjá íbúgvum.
Eisini er ein næstan allur býurin Paradise, sum liggur í norður Kalifornia, brendur í grund av Camp fire skógareldinum, fleiri enn 200 fólk eru burtur og mynduleikarnir hava biði um hjálp at finna og eyðkenna fólk, ið eru umkomin ella eru komin illa til skaða.
Eisini í suður Kalifornia eru skógareldar ið gera um seg, millum annað eru 250.000 fólk flutt burtur frá teirra heimum fyri at verja seg frá eldinum. Hesir eldarnir kallaðst »Woolsey fire« og »Hill fire«, teir hava brent fleiri heim hjá kendum sjónleikarum og tónleikarum niður í grund, eins og rikið fleiri enn 250.000 fólk burtur úr býum rundan um Malibu og suðureftir.
Forseti Donald Trump skrivaði á Twitter, at grundin til skógareldar er vánalig umsorgan av skógum runt í Kalifornia, og um man ikki byrjar at taka tað meira álvarsligt vil hann taka burtur stuðulin staturin fær frá samgonguni.
Annars hevur forsetin ikki nakra beinleiðis viðmerking til skógareldin, men heitir á fólk at flyta burtur eftir ordrum frá statinum.