Søgan snýr seg í stuttum um fýrafaldaða morðið á bóndafamiljuna Clutter á einum garði í Kansas í 1959. Capote gjørdist fullkomiliga trásettur av hendingini, sum kom at fylla alt hansara lív næstu fimm árini, hann skrivaði bókina In cold Blood. Millum annað út frá prátum við deyðadømdu drápsmenninar í fongslinum.
Møguliga er tað rætt, at sum verkætlan var In Cold Blood líka kaldblóðug, sum drápið á Clutter familjuna. Men teksturin er alt annað enn kaldur. Sum lesari verður tú næstan líka sjúkliga hertikin, sum høvundurin og svølgir grammisliga hvønn evarslítla smálut, meðan tú sansar, hvussu hvørt orð er neyvt vigað, áðrenn tað verður lagt uppá pláss í hesum løgna puslispælinum.
Truman Capote skrivaði onga bók lidna aftaná In Cold Blood, og sum frá leið var hann mest kendur fyri at vera kendur. Og sum journalistikk hava tíðin og ymisk sløg av New Journalism langt síðani yvirhálað bókina. Men lagnurnar, sum vórðu raktar handan dagin í Kansas, letur In Cold Blood teg aldrin gloyma aftur.