Frá týsdegi 30. juni til og við hósdagin 2. juli verður strekkið millum Hvítanes og Sund stongt fyri ferðslu vegna asfaltering frá klokkan 9 til 21. Ferðslan verður í hesum tíðarskeiðið víst til Oyggjarvegin Báðar koyribreytirnar verða asfalteraðar samstundis. Hetta fer at betra um dygdina á slitlagnum, og skoytið á miðjuni verður sterkari.
Meðan arbeiðið fer fram skulu fólk koyra eftir Oyggjarvegnum.
Tó sleppur ferðslan til og úr Kaldbak og Sundi ígjøgnum Kollafjarðatunnilin. Í tíðarskeiðnum verður arbeitt í Kollafjarðatunlinum, men skuldi hetta ikki nerva ferðsluna til og úr Kaldbak og Sundi nevnivert.
Nakrar tímar týsdagin 30. juni, meðan asfalterað verður frá vegristini omanfyri Hvítanesi til innkoyringina til ídnaðarøki á Sandvíkarhjalla, má ferðslan til og frá ídnaðarøkinum á Sandvíkarhjalla ganga inneftir Kaldbaksvegnum og umvegis Kollafjarðartunnilin.