Komandi dagarnar verður kaldari og vetrarkent ælaveður.
Hósdagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av vestri og útsynningi. Okkurt ælið, men eisini sól av og á og hitin millum 3 og 6 stig. Hóskvøldið makar hann vindin og verður eitt bil gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av vestri, men um náttina øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi. Samdrigið og okkurt ælið, møguliga við heglingi og ælaveðri og hitin millum frostmarkið og fýra stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, sum snarar í ein norðan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella heglingsælið. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og fýra hitastig.
Leygardagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella heglingsælið. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og fýra stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av suðri, sum um náttina snarar í ein landsynningi og øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin um dagin millum frostmarkið og fimm stig, um náttina millum 1 og 6 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, og turt og yvirhøvur skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 7 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan og øtlar nakað. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.









