Ein tyrla fann seinnapartin tey 15 ferðafólkini, sum vóru farin á kajakkferð, og sum leitað hevur verið eftir í Eysturgrønlandi. Varaløgreglustjórin í Grønlandi, Morten Nielsen, sigur við fjølmiðlarnar, at tey 15, sum vóru í trimum bólkum, hava tað eftir øllum at døma gott. Tey hava í hvussu er ikki biðið um hjálp, sigur hann.
Myndugleikarnir hava leitað eftir teimum 15 síðani mánadagin, tá illveður brast á á leiðini við Ittoqqortoormiit, sum fyrr æt Scoresbysund.
Í gjár bjargaðu grønlendskir fiskimenn seks týskum ferðafólkum, sum eisini høvdu verið á kajakkferð, tá illveðrið brast á.










