- Tað áhugaverda við Kaj Munk er, at hann hevði dirvið til at viðgera samtíðina á einum kristnum grundarlagi, sigur Magnus Jørgensen, sum mikukvøldið fer at halda fyrilestur um danska prestin og skaldið Kaj Munk.
Liðin eru 100 ár síðani Kaj Munk var borin í heim í Maribo í Danmark. Foreldrini vóru garvimeistari C. I. Petersen og Ane Mathilde Christensen, og hann varð doyptur Kaj Harald Leiniger Petersen. Sum 5 ára gamal gerst hann foreldraloysingur og kemur til eini hjún í Opager at vera og fær navnið Munk.
Nú 100 ár eru liðin síðani Kaj Munk varð borin í heim, er nógv kjak um virksemi hansara. Mangar eru meiningarnar um persónin Munk og avrik hansara í danskari mentan.
Í 1932 skrivaði Kaj Munk »Orðið«, sum landsmaðurin Carl Th. Dreyer gjørdi til film í 1955. Fyri hetta avrik vann Dreyer sama árið fyrstu virðisløn í Venesia. Gustaf Molander (1888-1973), sum var hin mest ídni filmsleikstjórin í Svøríki, gjørdi film úr sama leiki hjá Munk longu í 1943.
Nevnast kann eisini, at í hollendska býnum Utrecht er á hvørjum árið minningarhátíð, har kirkjugangarar minnast Kaj Munk og tey, sum fullu í krígnum. Undir minningarhátíðini verður á hvørjum ári lisin ein tekstur hjá Kaj Munk.
Havnarmaðurin Mag-nus Jørgensen hevur sett seg í samband við son Kaj Munk, Arna, at útgreina hesa samansettu lagnu. Arne Munk, sum er lektari í Keypmannahavn, reisir spurningin, um Kaj Munk, tá hann varð myrdur av nasistum við Hørbylunde í Danmark hin 4. januar 1944, gjørdist ein nútíðar pínslaváttur.
Arne Munk, sum hevur vitja í Føroyum, gjørdist so hugtikin av landi og fólki, at hann skírir Føroyar og føroyingar »Guds diadem i Nordatlanten«.
Fyrilestrarhaldarin Magnus Jørgensen (f. 1953) arbeiðir dagliga sum postmaður. Eftir lokið studentsprógv, tók hann teologiske forroyndina í guðfrøði á Fróðskaparsetrinum í 1978 og hevur síðani lisið gudfrøði sum sjálvlesandi. Í lestrartíðini hevur hann viðgjørt Kirkjubømúrin og menniskjaáskoðan í 1. Mósebók og hann arbeiðir í løtuni við eini uppgávu um Fjallaprædikuna.
Í vetur hevur Magnus skrivað og savnað tilfar til fyrstu bók í eini røð um føroyska kirkjusøgu. Tað er Skúlabókagrunnurin, ið fer at standa fyri útgávuni, sum vónandi verður liðug innan 1000 ára haldið fyri kristnanini í Føroyum.
Fyrilesturin, sum Norrøna Felagið skipar fyri í Norðurlandahúsinum, er almennur og verður mikukvøldið hin 18. mars klokkan 19.30.