Nógv bendir á, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, endar við at seta øll skák í mát í politiska talvinum, sum verður leikt í hesum døgum. Onkur vil vera við, at hann hevur buktina um báðar endar, men tá samanum kemur, hevur hann helst buktina um fleiri endar. ??
Ikki í B ?
Fer hann upp í tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, verður Kaj Leo Johannesen glaður, tí tá sleppur hann í Tinganes. Hetta er í øllum førum tann loysnin, sum hann og tingbólkurin mugu hava væntað, tá tey útnevndu Kaj Leo til fíggjarmálaráðharra. Tí, sum hann segði við Sosialin í gjár, so vóru teir útmerkað væl greiðir um, at Heðin var næsti maður á listanum.
Onkur hevur tó eisini ró upp undir, at støðan er íkomin, sum eitt úrslit av einum valdsstríði í Sambandsflokkinum. Har skuldu Jóhan Dahl, fyrrverandi og frákoyrdi landsstýrismaðurin, og Edmund Joensen, fyrrverandi formaður floksins, hava spunnið eitt lokkanet um Kaj Leo, fyri at fáa hann at missa andlit við at bresta út við boðunum um seg sjálvan sum formann, uttan at taka fyrivarni fyri trupulleikunum við Heðini. ?Men, sum skilst, er hetta heldur ongin møguleiki, tí Heðin hevur onga orsøk til at lefla fyri Sambandsflokkinum. Hetta kemur til sjóndar í greinini, sum stendur í Sosialinum í dag, har Heðin Mortensen greiðir frá fortíð síni í flokkinum. Hetta ger eisini, at Heðin neyvan fer at frásiga sær tingsessin, fyri á tann hátt at verða góður við fyrrverandi floksfelagar sínar. ?
At skifta flokk enn eina ferð hevði heldur ikki bøtt um trúvirðið hansara, men hevði kanska heldur staðfest mytuna um, at Heðin er sjúkur eftir valdi. ??
Ikki leysgangari
Velur Heðin Mortensen at taka við tingsessinum sum leysgangari, verður Kaj Leo heldur ikki landsstýrismaður. Við Sosialin í morgun sigur Kaj Leo, at um prísurin er, at tingbólkurin minkar, er tað ikki tað vert. ?
- Hetta snýr seg ikki um mín persón. Mín fremsta uppgáva sum formaður í flokkinum er at síggja til, at tingbólkurin ikki minkar, sigur Kaj Leo. ?So hesin møguleiki er ikki til, tí fer Kaj Leo ikki í Tinganes, sleppur Heðin heldur ikki á ting.
Sum skilst, hevur Javnaðarflokkurin annars onki ímóti, at Heðin verður leysgangari, “fyri friðin”. ??
Heldur ikki C
Triði møguleikin hjá Heðini er at fara uppí Javnaðarflokkin, men hesin kemur undir omanfyristandandi argumentatión, har Kaj Leo sigur fremsta mál sítt vera, at halda tingbólkinum so stóran sum til ber. ?Nógvar gitingar hava annars verið um støðuna hjá Heðini Mortensen í býráðnum. Men eftir hesum at døma, verður hesin spurningur als ikki aktuellur, tí Kaj Leo verður ikki landsstýrismaður. Og tí má Sambandsflokkurin nú finna eitt annað boð uppá avloysara fyri Bárð Nielsen, ið sum kunnugt fer niðan at stjórna landsins størstu verkætlan nakrantíð. Og tað verður so ongin í tingbólki Sambandsfloksins í Suðurstreymi, sum verður landsstýrismaður, tað er greitt.










