Dinamo Bukarest er í rumensku steypafinlauni, eftir at liðið samanlagt var omaná móti grannunum og arvafíggindanum Steaua Bukarest yvir tvær hálvfinalur.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 0-0. Seinna hálvfinalan endaði við javnleiki 2-2, og tí kom Dinamo Bukarest víðari við regluni um mál á útivølli.
Steaua Bukarest legði seg tvær ferðir á odda, men við málum frá Patrick Ekeng Ekeng og Ante Puljic megnaði Dinamo Bukarest at vinna seg víðari.
Kaj Leo í Bartalsstovu sat á bonkinum allan dystin. Dinamo Bukarest skal í finaluni spæla móti antin CFR Cluj ella Tirgu Mures. Fyrra hálvfinaln millum tey bæði endaði við málleysum javnleiki.









