Kaj Leo í Bartalsstovu fekk allan dystin á vinstra veingi fyri Levanger í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
Levanger spældi á útivølli ímóti gamla felagnum hjá Rógva Jacobsen, Hødd.
Talan gjørdist um ein stórsigur til Levanger, sum vann 4-0, aftaná 1-0 leiðslu í steðginum. Í fyrsta minutti í seinna hálvleiki fangaði Kaj Leo ein returbólt í brotsteiginum hjá Hødd, og setti hann snøgt í netið til 2-0.
Levanger liggur nú á 11. plássi av teimum 16 liðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Tó er bara eitt stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Levanger hevur nú leikt 20 av teimum 30 dystunum í deildini. Við føroyskum landsliðsbrillum kunnu vit fegnast um avrikið og nógvu spælitíðina hjá Kaj Leo í Bartalsstovu.