Kaj Leo skiftir felag

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur í dag skrivað undir trý ára sáttmála við sigursvant felag

Fótbóltsspælarin Kaj Leo í Bartalsstovu hevur í dag gjørt trý ára sáttmála við íslendska meistaraliðið, Valur.

Tað váttar felagið á Facebook-síðuni.

Kaj Leo hevur seinastu trý árini spælt í íslendskum fótbólti – fyrst við FH og síðani tvey kappingarár við ÍBV.

Kaj Leo í Bartalsstovu hevði eitt sera gott kappingarár í ár og hevði flest upplegg í íslendsku meistaradeildini. Tí hevur stórur áhugi seinastu tíðina verið fyri Kaj Leo. 


Valur er sigursvant felag úr Reykjavík, sum í ár vann sítt 22. meistaraheiti.