Í farnu viku kundi Sosialurin avdúka, at formaðurin í HB seinastu mongu árini, Finnbogi Arge, fór at takka fyri seg á aðalfundinum, sum verður í komandi viku. Og nú tykist so greitt, at tað verður eitt ógvuliga kent andlit í HB og ikki minst í føroyska samfelagnum, sum fer at taka við róðrinum í sigursvanda havnarfelagnum. Tí sannlíkt verður fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, valdur til nýggjan formann.
Sjálvur váttar Kaj Leo Johannesen, at hann hevur fingið fyrispurningin, um hann er sinnaður at gerast nýggjur formaður í HB, men hann leggur eisini afturat, at enn er eingin endalig avgerð tikin. Annars hevur hann ikki nakrar viðmerkingar.
Les meira í Sosialinum í dag.