Tað vóru góð og ring tíðinda at frætta frá føroyingaliðnum, ÍBV í íslendsku pepsideildini í dag.
ÍBV vann ein sera týðandi 3-0 sigur á KR á útivølli í dag. Samstundis spældu tveir kappingarneytar til annað niðurflytingarplássið, Víkingur Ólafsvík og Fjølnir javnleik 4-4, so nú hevur ÍBV við 19 stigum bara eitt stig upp til bjargingina nú 12 stig eru eftir at spæla um.
Jónas Tór Næs spældi allan dystin fyri ÍBV, og hevði sambært Morgunblaðnum eina góða roynd á málið hjá KR.
Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin tá 56 minuttir vóru farnir av dystinum, men 25. minuttir seinni, í 81. minutti mátti Kaj Leo av vøllinum skaddur.
Kaj Leo í Bartalsstovu sigur í stuttari viðmerking til in.fo: - Tað er ikki so álvarsamt. Eg átti at verið klárur til komandi dyst.
Komandi hóskvøld tekur ÍBV ímóti liðnum hjá René Shaki Joensen, Grindavík á heimavølli á Hásteinsvøllinum á Heimaey.
Í morgin klokkan 18 verður føroyingauppgerð tá FH á heimavølli við Gunnari Nielsen í málinum tekur ímóti Grindavík, sum hevur René Shaki Joensen á liðnum.