Kaj Leo rópar um stýrhúsrút

Skerjingarnar innan útbúgving vísa nógvum fólki av landinum. Men koma tey aftur at ferðast, fáa tey einar nýggjar Føroyar at síggja!

Føroyar verða í ár riknar við umleið eini hálvari milliard í undirskoti.

Men við ABC-samgongun hevur skútan fingið góðar yvirmenn. Og við Kaj Leo Johannesen hevur hon fingið ein skipara, sum ikki letur seg taka av fótum fyri tað, um stormurin ýlur og brotini bróta.

Vit hava øll hoyrt hansara eggjandi, gløggu og víðskygdu røður, sum ganga Obamasa retorikki ein skarpan gang.

Vit skulu ikki falla í fátt! rópar Kaj Leo um stýrhúsrút. Vit skulu fokusera upp á møguleikarnar!

Og tað eru ikki bara tóm orð hjá Kaj Leo og hansara manning. Orðini eru vorðin lóg. Fíggjarlóg. Og tey siga, at vit skulu stoypa og bora! Vit skulu komandi árini gera tunlar og vegir fyri eina komma sjey milliard! Umframt skúladepil við Marknaðgil! Umframt ábøtur á landssjúkrahúsið!

Yes! Vit seta fulla ferð á motorin!

Vit gera vegir til landskassin er tómur. Og tá hann er tómur, mugu vit bara vóna, at vit kunnu læna til fleiri vegir.

 

Burtur við fjasi

Men sjálvandi – í slíkum vandatíðum er ikki rúm fyri øllum. Tað má skiljast millum tað, sum er neyðugt, og tað, sum er fjas.

Eldri fólk kunnu sjálvandi ikki sita og rópa um ókeypis heilivág. Burtur við tí.

Einkjur og einkjubørn kunnu ikki krevja stuðul. Burtur við teirra túsundkrónuseðli.

Hægri útbúgving og gransking kunnu ikki mennast. Og tað ger heldur einki. Fyri tað fyrsta er slíkt bara fyri akademikarar í Havn. Og fyri tað næsta kunnu hesi bara fara til Danmarkar at pilkast við sítt fjas.

Vit hava sjálvandi heldur ikki ráð til at menna fólkaskúlan. Men

børnini skulu nokk læra at lesa fyri tað.

Vit mugu eisini skerja Vinnuháskúlan. Men tey ungu fólk sum ikki sleppa inn har, líða heldur onga neyð. Eisini tey kunnu fara til Danmarkar at læra.

Øll hesi mugu hava í huga, at tað er fíggjarkreppa.

Og tey mugu skilja, at vit skulu hava vegir og tunlar fyri eina komma sjey milliard.

Tey, sum nú fara til Danmarkar at læra, eru sjálvsagt vælkomin aftur at ferðast.

Og tá fara tey at skilja, at Kaj Leo og hansara fólk høvdu rætt. Tí tá fáa tey einar nýggjar og stórslignar Føroyar at síggja. Einar Føroyar við nýggjum vegum fyri eina komma sjey milliard.