Kaj Leo og liðfelagarnir vunnu fyrsta dystin í kappingini

Njarðvík fekk eina góða byrjan upp á kappingina í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini

32 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu er farin í holt við sítt níggjunda kappingarár í íslendskum fótbólti.

 

Í kvøld spældu Kaj Leo og liðfelagarnir í Njarðvík dyst á útivølli í næstbestu íslendsku deildini móti Leiknum í Reykjavík, og sigast má, at talan bleiv um eina góða byrjan hjá Kaj Leo og liðfeløgunum.

 

Njarðvík vann dystin 2-1. Í steðginum var Njarðvík á odda 2-0. Leiknir fekk spenning í aftur uppgerðina tá teir minkaðu um munin í 84. minutti, men Njarðvík megnaði at halda tætt og harvið tryggja sær trý stig í fyrsta dystinum í kappingini.

 

Kaj Leo var á vøllinum í 91. minuttir áðrenn hann stutt undan seinasta bríksli var skiftur út. 

 

Leiknir-Njarðvík 1-2 (0-2)

 

 

 

0-1 Björn Aron Björnsson '28

 

0-2 Dominik Radic '43

 

Róbert Quental Árnason '84 1-2

 

Komandi hósdag, kr. himmalfaradag klokkan 17 hevur Njarðvík heimadyst móti Dalvík/Reynir.