Grannauppgerð var í Reykjavík í fyrsta umfarinum í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini, har Þróttur tó ímóti Leiknir, ið hevði Kaj Leo í Bartalsstovu við á liðnum.
Leiknir vann dystin 3-1, og fekk sostatt eina góða byrjan upp á kappingina.
Kaj Leo fekk ein tíma á vøllinum áðrenn hann var skiftur út. Tá hann fór av vøllinum var Leiknir á odda 1-0.
Þróttur Reykjavík 1 - 3 Leiknir Reykjavík
0-1 Daníel Finns Matthíasson ('6)
1-1 Aron Snær Ingason ('69)
1-2 Hjalti Sigurðsson ('78)
1-3 Omar Sowe ('82)
Komandi fríggjakvøld hevur Leiknir heimadyst móti Selfossi.
12 lið eru í Lengjudeildini, ið næstbesta deildin nevnist. 22 umfør skulu spælast, og endar kappingin 16. september.