Kaj Leo og Jónas partur av niðurflytingarstríði

(SportBoxin) Hoyr samrøðuna, sum var við Kaj Leo í Bartalsstovu í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin

Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs eru partur av einum hørðum niðurflytingarstríðið nú seinasta umfarið í effodeildini verður avgreitt í morgin klokkan 14.

 

Lið teirra, ÍBV er við 22 stigum eitt stig frammanfyri Víking Ólafsvík, sum hevur 21 stig. Víkingur Ólafsvík vitjar Akranes, sum longu eru fluttir niður. ÍBV tekur ímóti Akureyri, sum liggur mitt á stigatalvuni, og kann hvørki flyta niður ella sleppa út í Evropa.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu viðgongur, at trýst er á honum og viðleikarunum, men teir í ÍBV ætla avgjørt sjálvir at avgera tað til sín fyrimun við einum heimasigri ímóti Akureyri, og ætla ikki at dúva uppá hjálp hjá Akranesi.

 

Bjargar ÍBV sær plássinum í pepsideildini er kappingarárið góðkent, heldur Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

Dysturin á Hásteinsvøllinum á Heimaey klokkan 14 í morgin verður eyka serligur í morgin. 70 fólk úr Eysturkommunu vitja vinarbýrin í Vestmannaoyggjunum, og tey ætla sær øll á vøllin at stuðla Kaj Leo, Jónasi og liðfeløgunum í ÍBV.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Kaj Leo í Bartalsstovu í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin í dag.