Kaj Leo í Bartalsstovu skiftir til íslandska felagið ÍBV. Tað váttar umboðsmaðurin hjá honum, Hans Jacob á Líknargøtu í dag. Skiftið verður eftir øllum at døma kunngjørt seinni í dag.
Kaj Leo í Bartalsstovu hevur í ár spælt við íslandska meistaraliðnum FH, men tað hevur gingið strilti við spælitíð. ÍBV endaði á áttinda plássi í ár, men ætlar at stasa meiri í ár.
Tað er fyrrverandi venjarin hjá HB, Kristján Guðmundsson, sum er venjari hjá ÍBV. Hann hevur umbiðið Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hevur gjørt ein tvey ára sáttmála.
Nevnast kann, at Kaj Leo í Bartalsstovu ikki er fyrsti føroyingurin í felagnum. Síðst í 90 unum spældi Allan Mørkøre eisini við ÍBV.