Landsfundur
Landsfundur Sambandsfloksins, sum hesaferð varð hildin í Leirvík, er annað hvørt ár í Havn og annaðhvørt ár í ymisku valdømunum kring landið. Tó verður fundurin vanliga eisini hildin í Havn í einum valári.
Kaj stuðlaður
Helgi Abrahamsen, floksskrivari hjá Sambandsflokkinum, sigur, at landsfundurin gav formanni floksins og formanninum í tingbólkinum, Kaj Leo Johannesen, sín fulla stuðul.
- Jú, eg haldi, vit í stuttum kunnu siga, at Kaj Leo fekk herðaklapp fyri sítt arbeiði sum formaður. Nakrar rembingar vóru eftir fólkatingsvalið, men eg haldi ikki, at øll vóru so fegin um alt, sum sagt varð.
Helgi sigur, at fólk sum heild vóru positiv á landsfundinum og vístu góðan vilja til at standa saman um flokkin og floksformannin.
- Einki mótvalevni var til formanssessin, ei heldur til sessin sum næstformaður. Tí halda Kaj Leo Johannesen og Alfred Olsen fram í sínum álitisstørvum fyri flokkin sum ávikavist formaður og næstfomaður, bæði í flokkinum og fyri tingmanningina.
Úrslitið eftirmett
Helgi sigur, at sjálvt úrslitið av fólkatingsvalinum var ikki so nógv frammi á landsfundinum, tí hetta hevur fingið sína eftirmeting, eitt nú í landsnevndini.
- Landsfundurin vísti, at fólk vilja standa saman við tí endamáli at fáa sum best burtur úr ? flokkinum og fólkinum at gagni, sigur floksskrivarin, Helgi Abrahamsen.
Eftir landsfundin, har seinasti røðarin var Lars Løkke Rasmussen, sum er danskur innanríkis-og heilsumálaráðharri, varð skipað fyri veitslu, har eini 120 fólk sótu til borðs.
Við á veitsluni vóru eisini hjúni, Lars og konan, Sólrun, sum er føroysk.