Kaj Leo er bæði frekur og ábyrgdarleysur

Løgmaður kastar mær fyri ikki at verja føroysk áhugamál í málinum um Russland. Sannleikin er, at bæði føroysk áhugamál og føroyskt umdømi mugu verjast móti Kaj Leo.

 

”Tað var ein føroyskur fólkatingsmaður, sum fekk hetta málið upp at koyra”.

 

Hetta  segði Kaj Leo, løgmaður, við KVF í gjár um rokið sum stóðst av hansara vitjan í Moskva.

 

Tað er tvætl. Tann, sum hevur fingið hetta málið “upp at koyra” er Kaj Leo sjálvur.

 

Sum mong onnur stúrsaði eg við tá eg – á forsíðuni á Sosialinum – sá, at Kaj Leo hevði sitið í Moskva og meirakallað gálvað eftir okkara sameindu, sum hava tikið stig til tess at royna at steðga russisku aggressiónini í Ukraina. Tað var ikki eg, sum fór í Sosialin við hesum – tað var Kaj Leo sjálvur.

 

Tað, sum vestanlondini gera, trúði hann ikki uppá, segði Kaj Leo í Moskva – samstundis sum hann tosaði um “strategiskt samstarv” við Russland.

 

Hetta gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen stutt eftir at hópgravir vóru funnar í økjum í Ukraina har russiskt stuðlaðir uppreistrarmenn høvdu havt ræðið.

 

Hann gjørdi tað samstundis sum mannarættindafelagsskapir fortaldu um ekstreman yvirgang, framdur av hesum somu uppreistrarmonnum.

 

Hann gjørdi tað stutt eftir at eitt ferðamannaflogfar var skotið niður.

 

Hann gjørdi tað sumstundis sum NATO fyrireikaði verjuna av teimum av eystastu limalondunum, sum ræddust fyri at Putin fór enn longur.

 

Og hann gjørdi tað beint eftir at ein ES-samtykt, sum lat upp fyri møguleikanum um herd tiltøk, hevði verið við til at trýsta Russland til vápnahvíld.

 

 

Føroyar skeivu megin í stríðnum

Tá Kaj Leo – vegna allar føroyingar! – segði seg ikki trúgva uppá tað, sum Vesturheimurin ger, setti hann okkara land á teirri skeivu síðuni í hesum stríðnum.

 

Síðani hava russiskir myndugleikar í rósandi orðum tosað um tingingarnar við Føroyar – sum eini argandi boð um, at her er eitt vestanland, ið fer aðra leið enn USA, ES og Norra.

Hevði ein leiðari í einum stórum vestanlandi borið seg soleiðis at, hevði tað verið ein altjóða skandala. Vit eru – í hesum føri tíbetur – so smá, at tað kann haldast nøkulunda undir radaranum.

 

Men fyri tað kundi tað fingið avleiðingar. Og fyri tað um vit eru smá mugu vit royna at vísa eitt sindur av ábyrgd í heiminum. Tá eitt stríð millum mannarættindi og imperialistiska aggressión leikar á, mugu vit velja rætta síðu!

 

Tí rokni við, at Kaj Leo er samdur í.

 

Tá hann ber seg at sum hann ger má orsøkin vera, at hann ikki skilir hvussu hann verður brúktur. Men tá mann er løgmaður er tað eingin undanførsla!

 

Frek skuldseting

Á facebook seinni í gjárkvøldið helt Kaj Leo fram við at royna at flyta fokus og geva mær skyldina. Har skrivar hann soleiðis: “Syrgiligt at fólkatingslimur okkara leggur seg so skerflatan fyri donsku stjórnini og ikki verjir okkara áhugamál”.

 

Hetta er óalmindiliga frekt sagt. Og tað vísir betur enn nakað hvussu desperatur maðurin er.

 

Eg havi ikki gjørt annað enn vart føroysk áhugamál. Bæði rættin at handla við Russland, og rættin at føra egnan handilspolitikk.

 

Men tað størsta takið í hesum døgum er at verja føroysk áhugamál móti avleiðingunum av tí, sum okkara løgmaður sigur og ger. Tað er ikki lætt – men tað havi eg roynt at gera, uttan at draga føroyskar ósemjur út um landið.

 

 

Vit eiga rættin

At enda skal eg endurgeva nakað av tí, sum eg segði um hetta á fólkatingi í gjár – og so kunnu fólk sjálv meta um, hvørt grova skuldsetingin hjá Kaj Leo er røtt ella ei:

 

“Man skal huske på, at hvis Færøerne havde boykottet Rusland og dermed var blevet ramt af Ruslands boykot, ville det blive et langt hårdere slag for Færøerne end for noget EU land. Færøernes eksport til Rusland er forholdsvis stor – og det skyldes ikke mindst det folkeretligt ulovlige boykot, som EU sidste år udsatte Færøerne for. Det russiske marked blev en del af Færøernes redning under den konflikt. 

 

Så selv om man kan være uenig i de politiske udmeldinger fra Færøernes lagmand, så kan hverken EU eller EU-landet Danmark tillade sig at kritisere Færøerne for den handel der foregår og, det skal indrømmes, er vokset lidt de sidste uger. For EU har altså selv drevet Færøerne ind i Ruslands favn.

 

Vi kommer dog ikke uden om, at det at handle fødevarer med Rusland som situationen er – det er ikke bare handelspolitik; det er også udenrigspolitik. Det er færøsk udenrigspolitik som i dette tilfælde – som det er sket før – kommer på tværs at Danmarks udenrigspolitik. Og med lagmandens politiske udmeldinger har vi ikke bare manglende overensstemmelse mellem Danmarks og Færøernes internationale ageren, men direkte modstrid.

 

Moskvabesøget skabte naturligvis presseomtale i både Norge, Rusland og Danmark, samt kritiske bemærkninger fra politisk hold. Det er helt på sin plads – danske politikere og dansk presse er naturligvis i sin fulde ret til at have sin mening om sagen.

 

Men jeg var en smule nervøs da udenrigsministeren blev spurgt om sin holdning. For ville han, presset af EU, sige noget der kunne fortolkes som en begrænsning af Færøernes ret til at føre egen handelspolitik?

 

Det ville i så fald tippe balancen i kompetencefordelingen mellem Færøerne og Danmark den forkerte vej.

 

Men ministeren gav heldigvis det eneste kloge svar: ”Færøerne kender situationen”, sagde han, ”og jeg vil ikke gøre mig selv til overdommer over, hvad de skal gøre”.

 

Sådan må det være. Færøernes økonomi er Færøernes ansvar, og vores erhvervsliv og vores myndigheder må have friheden til at træffe alle beslutninger desangående. Jeg er meget langt fra altid enig i de beslutninger der rent faktisk træffes – men hvis Rigsfællesskabet skal fungere, så må der ikke herske tvivl om, hvem der skal træffe dem. Heller ikke når Færøernes fiskeri- og handelspolitik kommer på tværs af Danmarks udenrigspolitik.”