Kaj Leo byrjar inni

Føroyski landsliðsleikarin er vorðin frískur og byrjar inni ímóti Concordia Chiajna.

Dinamo Bukarest spælir í dag fyrru hálvfinaluna í smærru steypakappingini, Liga Cup, har teir skulu á vitjan hjá Concordia Chiajna.


Kaj Leo í Bartalsstovu er við í hópinum hjá Dinamo Bukarest, og nú byrjunaruppstillingarnar eru kunngjørdar, er greitt, at føroyski landsliðsleikarin byrjar inni.


Byrjunaruppstillingin hjá Dinamo Bukarest sær soleiðis út: Rîmniceanu – Hanca, A. Marc, Mevlja, Olteanu – P. Anton, Nedelcearu – V. Costache, Bartalstovu, V. Lazăr – Gnohere.


Dysturin byrjar kl.16.00.