Kaj fekk fyrsta hemaran

So er fyrsti hávurin komin í Shark Atlantic fiskikappingini. Tað var ein dani, Kaj Nielsen, sum fekk hann. Hann varð vigaður á Sjósavninum, og pílurin peikaði á 82 kg Hetta kann sigast at vera ein bleyt byrjan til kappingina sum byrjaði 1. november. Kaj Nielsen togaðist í fjøruti minuttir, áðrenn hávurin yvirgav seg, og skiparin Magni Blástein fekk lívið av honum. Kaj Nielsen var bert komin upp til Føroya at fiska hemara, og ikki kann sigast annað at tað eydnaðist væl. Eftir at hava dyrgt í ein tíma tók hemarin. Hann tók ein hálvfrystan makrel, tá teir dyrgdu tætt við Barið á vágoynni.