Týsku málverjarnir Jens Lehmann og Oliver Kahn duldu ongantíð, at teir ikki dámdu hvønn annan, og vóru teir í einari beiskari kapping fyri at gerast fyrsta valið á týska landsliðnum. Og hóast teir mangan vóru í týska hópinum, so talaðu teir ikki orð til hvønn annan.
Og tað er ikki blivið betur við árunum, sjálvt um Oliver Kahn hevur lagt handskarnar á hillina. Tað er serliga aftaná útvísingina hjá Jens Lehmann ímóti Mainz í týsku bundeliguni, at Oliver Kahn hevur langað út eftir gamla kappingarneytanum á landsliðnum.
- Tað tykist sum um slíkt hendir annanhvønn dyst nú. Eg veit ikki hvørjar trupuleikar Lehmann hevur, kanska onkur burdi spurt hann? Sigur Oliver Kahn við týska blaðið, Bild.
Jens Lehmann stemplaði Aristide Bance hjá Mainz harðliga, og var vístur av vølli fyri tað. Mainz fekk brotsspark, og javnaði ímóti Stuttgart, sum sostatt misti sigurin úr hondum.
Sambært tíðindastovuni, AP hevur Jens Lehmann nú biðið sínar liðfelagar í Stuttgart um umbering. Verjuspælarin, Georg Niedermeier sigur, at slíkt eigur ikki at henda. Leiðslan í Stuttgart er eisini hørm hendingina. - Hetta er bara pínligt og ber brá av ongari virðing sigur forsetin í Stuttgart, Harald Strutz við Bild.