Um páskirnar verður Kaffistovan í Havn afturlatin. Mánað seinni verða dyrnar latnar upp til eina spildurnýggja Kaffistovu
Nú verður farið undir høvuðsumvæling av Kaffistovuni á eystaru Bryggju í Havn, og ber hetta við sær, at Kaffistovan verður afturlatin í ein mánað. Kaffistovan letur aftur í morgin 8. mars og eftir ætlan verður latið upp aftur tann á summarmála, 14. Apríl.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at ætlanin tá er at hava eini munandi betrað høli, har tilboðini til tey vitjandi eisini verða betri.









