Kaffimaskina elvdi til eld

Politiið hevur staðfest, at ein kaffimaskina var orsøkin til eldin í einum sethúsum í Vestmanna gjáramorgunin.

 

Í húsunum búði ein maður, sum mitt í seinastu viku fór til skips.

 

Politiið heldur, at hann hevur gloymt at sløkt fyri kaffimaskinuni, áðrenn hann fór avstað, og tá ið so kannan var tóm, kom eldur í.

 

Húsini eru farin rættiliga illa, mest av royki og hita.

 

Sløkkiliðið í Vestmanna sendi boð eftir kvívíkingum til at sløkkja, eisini tí at í fyrstani var ikki greitt, um nakar var inni.

 

Mynd: Birgir Waag Høgnesen