Kaffikongurin vitjar Føroyar

Fyrst í apríl, fáa føroyingar høvi at hoyra og heilsa uppá kenda danska vinnulívsmannin Kenneth Lusiani.

Fyrst í apríl, fáa føroyingar høvi at hoyra og heilsa uppá kenda danska vinnulívsmannin Kenneth Lusiani.

 

Kenneth er boðin til Føroyar, at vera høvuðsnavnið á ”Ársins Søludag 2014” sum verður í Norðurlandahúsinum, mikudagin 9. apríl.

 

Kenneth byrjaði sína karrieru sum stjóri í stóru donsku fyritøkuni ØK í Hong Kong, men í dag er hann kendur fyri at vera stovnari, eigari og stjóri í donsku fyritøkuni Baresso Coffee. Baresso samtakið hevur í dag 35 caféir í Danmark, og í 13 ár hevur hann selt 35 milliónir koppar av kaffi, fyri 750 milliónir. 

Kenneth kemur at hava ein fyrilestur um, hvussu vit best skapa eina  tænastu- og sølumentan og týdningin at hava starvsfólk sum eru vælíkødd at selja tænastu og vørur. Tað er føroyska felagið Fegin og danska felagið Navitas sum samskipa Ársins Søludag 2014.