Kærleikin skal blóma ímillum føroysk ross

Felagið Føroysk Ross fer í summar miðvíst at økja talið av føroyska rossinum.

Serføroysku rossini, sum fyrr hava verið upp í 800 í tali eru nú bert 68 í tali.

Hetta ætlar Felagið Føroysk Ross sær nú at gera nakað við av álvara.

Tí fara tey nú í summar undir eina miðvíst átak fyri at fjølga um vakra og blíða føroysku rossini, sum tey kall tey.

Verkætlanin eitur ”The Summer of Love” - og navnið merkir júst tað, sum tað leggur upp til, siga tey í Rossafelagnum 

- Føroyar eiga eitt serligt rossaslag. Hetta er eitt serstakt slag, sum ikki er blandað ella í ætt við onnur rossasløg, siga tey.

 Fyri 200 árum síðani var mett at tey vóru 800 í tali. Eftir at hetta talið minkaði í nærum einki var hildið at føroyska rossið var útdeytt.

Men so var ikki og í 1978 varð Felagið Føroysk Ross, stovnað.

Samstundis fingu tey vissu fyri, at slagið livdi enn og var ikki blandað við onnur rossasløg, sum tey stúrdu fyri.

Sostatt eiga vit eitt ross, sum ikki eigur sín líka í heiminum, siga tey í Felagnum Føroysk Ross


Felagið Føroysk Ross fer í summar undir skipaða og miðvísa aling av føroyska rossinum. Tiltakið skal skunda undir nøringina og vøksturin av stovninum. Samstundis skal tiltakið skapa tilvitan og stoltleika í Føroyum um hetta serstaka rossaslag.

- Á fýra plássum kring landið, í Norðragøtu, Syðrugøtu, Signabø og á Kambsdali, skal kærleikin blóma, sigur rossafelagið.

Har er ætlanin at savna ross, sum síðani kunnu para seg undir væl skipaðum og neyvum og fakligum eftirliti, sigur felagið Føroysk.