Kærdu seg um larm í grannalagi

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.

 

 

Løgreglan í Havn hevur ikki havt nógv at gera uttan fyri dyrnar seinasta samdøgnið.

 

- Tað einasta, sum hevur verið, er, at onkur í einum grannalag í Havn kærdi seg um larm av ungdómi umleið klokkan 04 síðstu nátt.

 

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan fór á staðið og fekk fólk ungdómin at binda frið, soleiðis at grannalagið fekk náttarfrið.

 

Um húsini í Varðagøtu í Havn, sum eldur kom í sunnukvøldið, veit løgreglan einki nýtt í morgun, tí kanningarnar eru ikki endaliga lidnar enn.