Linda Hesselberg, løgregluákæri, fer at kæra avgerðina hjá Føroya Rætti í gjár, um at lata Sea Shepherd Spitfirebátin aftur. Tað váttar hon fyri in.fo.
Í stuttari viðmerking sigur hon, at hon fer at kæra og samstundis biðja um, at báturin ikki verður útflýggjaður, so leingi sum kæran er til viðgerðar.
Føroya Rættur dømdi í gjár, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á Spitfirebátin hjá Sea Shepherd, ið var nýttur í royndini at reka springararnar út úr Tangafirði 17. septembur.
Les eisini Sea Shepherd fáa Spitfirebátin aftur