Í Mentanarblaðnum hjá Sosialinum skrivar Anfinnur Heinesen eitt ummæli av hallarkabarettini, sum var framførd í Klaksvík á Norðoyastevnu.
"Ein høll av slíkum slag, er eitt ræðuligt stað, til sjónleik. Tað er nærum ógjørligt at gera gott ljós og ljóð, og tað er ein torfør avbjóðing at fáa samband við áskoðararnar.
Men onkursvegna megnaði manningin kortini at fanga Í øllum førum flentu og klappaðu vit av heilum huga, frá byrjan til enda. Gamaní, á Norðoyastevnu eru øll glað, men ein so góður stemningur kemur ikki úr ongum. Rudolf Joensen og Jákup Veyhe høvdu samansett ein sterkan bólk av ógvuliga ymiskum týpum. Vit kunnu kanska gita okkum til, at sjálv prosessin at gera kabarettina, hevur verið eitt stríð, millum ymisk hugskot, ymiskan humor og ymiskan »spæli stíl«. Men tað endliga úrslitið sýntist sum heild at vera væl integrerað. Leikarirnir »klæddu« hvør øðrum og samanspælið var avbera gott. Tekstirnir vóru flest allir væl skrivaðir og leiklutirnir flest allir sannførandi.
Sjálv samansetingin av sketchum, tættum, parodium, politiskari satiru og sosialari satiru, skapti eina flotta og fjølbroytta sýning, við sangum av øllum handa slag, frá klassiskt til country, og ikki at forgloyma, hetta so eyðkenda mjúktvibrerandi samkomusoundið. Show menn eru ein fantastiskur livebólkur, við nøkrum av bestu tónleikarum í landinum, og teirra spæligleði fekk veruliga fjøldina uppfrá. Hendinga ferð yvirdoyvdi tónleikurin tekstin, men annars var ljóðblandið fínt. Pallurin sjálvur, sum var í tveimum hæddum við trappu ímillum, gav leikarunum góðar møguleikar, sum tey eisini dugdu at brúka. Sýningin var deiliga stramt komponerað, eitt innslag tók tað næsta uttan stórvegis steðg, og ljósið og tónleikurin bundu hegnisliga heild ina saman.
Alt í alt, ein serstakliga væleydnað og pro fessjonelt samanskrúvað kabarett, ella rættari sagt, revy." - skrivar Annfinnur Heinsesen.
Alt ummælið kann lesast í Sosialinum, sum kom á gøturnar í gjár.










