Kabarettin fær góð skoðsmál

Hallarkabarettin í Klaksvík, sum hesaferð eitur »Luktur í smakkinum«, varð frumframførd í gjárkvøldið.

Sætta árið á rað hevur Klaksvíkar Sjónleikarafelag fingið sett upp eina stóra hallarkabarett í Badmintonhøllini í Klaksvík, har sjónleikarar og tónleikarar geva seg fult út við skemti og satiru.

 

Í ár eitur kabarettin »Luktur í smakkinum«, og varð hon frumframførd í gjárkvøldið. Frá teimum, ið vóru millum áhoyrararnar til hesa fyrstu framførsluna, hoyrist, at talan er um eina góða kabarett og at láturvøddarnir hava úr at gera.

 

Myndatema frá framførsluni sæst HER

 

Talan er bæði um politiskt skemt og annað, sum er at flenna at, umframt at fleiri av støðunum, ið verða spældar, fáa áhoyrararnar at kenna seg sjálvar aftur. Við góðum leiki og tónleiki er talan um eina góða løtu, har ongum nýtist at keða seg.

 

– Ja, tíbetur tóku fólk væl ímóti kabarettini í gjárkvøldið, og tað fegnast vit um. Tað er ikki, fyrr enn hon er framførd einaferð fyri fólki, at vit veruliga vita, hvør dugur er í henni, sigur framleiðarin, Rudolf Joensen.

 

Tvær framførslur verða í kvøld, klokkan 18 og 21, og so verður ein framførsla í annaðkvøld, sunnukvøldið, klokkan 18.

 

– Ætlanir eru ikki um nakra eykaframførslu, so tey, ið vilja uppliva kabarettina, mugu liggja framvið beinanvegin, sigur Rudolf Joensen.