Og á somu síðu er framhildið, at "í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðlinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparingar, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd".
Hetta gevur okkum orsøk til at kanna, hvussu hesar týdningarmiklu frásagnir landsstýrisins samsvara við veruleikan.
Sum "hesi farnu árini" er hóskandi at taka tíðina frá 1. januar l997 til 31. desember 2000, t.v.s. árini l997, l998, 1999 og 2000. Ein slík kanning kann bert gerast við at lesa landskassans ársroknskapir:
1. januar 1997 ? 31. desember 2000
Skattir, gjøld v. m. 10.644 milliardir
Ríkisstuðul 4.727 "
Nettoavlop 1.035 "
Um vit ímynda okkum, at ongin ríkisstuðul kom í landskassan í hesum tíðarskeiði
(4 ár), vildi myndin sæð soleiðis út:
Nettoavlop 1.035 milliardir
minus ríkisstuðul 4.727 "
Nettohall 3.692 milliardir
Men halda vit okkum til landstýrisins frásøgn um, at einans millum 300 og 400 milliónir av árligu stuðlunum úr Danmark eru brúktar til rakstur av tí føroyska samfelagnum, so sær myndin soleiðis út:
Nettoavlop 1.035 milliardir
minus 4 x 350 mió. 1.400 "
Nettohall 365 milliónir
Og taka vit so samansparingina, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd, sær myndin soleiðis út:
Ríkisstuðul 4.727 milliardir
minus eftirgeving av
ríkislánum 0.900 "
minus brúkt til rakstur
av samfelagnum 1.400 "
Til samansparing 2.427 milliardir
minus nettoavlop 1.035 "
Írestar 1.392 milliardir
Í hesum álvarsmáli, sum er vorðið kardinalspurningur í okkara ríkisrættarligu støðu mótvegis Danmark, má tað ikki koma uppá tal, at fólk ivast í trúðvirði landsstýrismanna. Tessvegna er tað ikki meira enn sjálvsagt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum greiður føroya fólki frá, hvar restin av ríkisveitingunum
- 1.392 milliardir ? er at finna: er tað farið millum skins og hold? hvar skulu vit
leita?
Ella er hetta brúkt til rakstur av tí føroyska samfelagnum uttan landsstýrisins vitan?
Núverandi løgtingsformaður greiddi okkum frá í "Dimmalæting" tann 2. desember 1993, at "tann veruligi ríkisstuðulin verður tá 0 krónur. Vit skulu sjálvir gjalda
fólka- og avlamispensión, skúlaskap, sjúkrahús ?". Og hann pástóð víðari, at
"ríkisstuðulin skjótt ikki verður annað enn mótroknaður teirri skuld, landskassin fer at hava hjá ríkiskassanum, og "gagnið" av stuðlinum verður tá burtur?".
Hesin dómadagsprofetiur gekk ikki út, tí sum kunnugt hevur núverandi samgonga fingið meira stuðul úr ríkiskassanum enn nøkur onnur samgonga, men hvussu mikið av ríkisstuðli er mótroknað skuldini, sum landskassin hevði/hevur hjá ríkiskassanum átti kanska at verið kannað, tí kabalin má onkursvegna ganga upp ? uttan at snýta.
Vit hava tveir lyklar at loysa kabalina við: annar er 0 krónur í veruligum ríkisstudningi, sum núverandi løgtingsformaður skrivaði um í desember mð. 1993,
og hin er 4.727 milliardir í ríkisstudningi, harav eru 1.4 milliardir farnar til rakstur av tí føroyska samfelagnum, soleiðis sum landsstýrið fráboðaði Føroya fólki einaferð í fjør við proklamatiónini "Frá heimastýri til fullveldi".
Álvaratos. Verður tað ikki soltið í tí andaliga og handaliga goymslubúrinum, nú menn í óðum verkum eru farnir at "tøma" heimastýrislógina ? oyst verður við frælsiseyskari ? og við henni at kalla alt lógarstøðið undir vælferðini?
Men samgonguduettin kvøður eggjandi:
Vinstra, høgra
vinstra, høgra
tað er rætta greipan,:
tøma vit væl,
verða vit sæl,
soleiðis skulu vit tøma.