KÍ verjan rakt av heilaskjálvta

Tveir verjuspælarar hjá klaksvíkingum eru ikki tøkir at spæla seinnapartin

KÍ ferðalagið – venjari, hjálparfólk og spælarar – fóru um Suðuroyarfjørð í gjárkvøldið. Í morgun eru nakrir av ídnastu fjepparunum farnir suður.

Síðsta leygardag var tað orsakað av korona ikki loyvt áskoðarum at møta upp fyri at hyggja eftir fótbólti.

Nú eru ásetingarnar linkaðar, og fáu KÍ fjeppararnir fara kring vøllin við Stórá at síggja KÍ spæla ímóti TB. Saman við teimum verður viðhaldsfjøldin hjá heimaliðnum, sum eisini fer at fagna aldursforsetanum, nú tað mikudagin 13. mai vóru 128 ár síðani elsta ítróttarfelagið í landinum varð stovnað.

Tá ið KÍ síðsta leygardag á heimavølli tapti 2-0 ímóti B36 lá stinni miðverjin Jesper Brinck í seinna hálvleiki góða løtu á vøllinum. Hann treiskaðist og spældi dystin á tamb. Tað vísti seg, at hann í nærdysti við mótstøðumann hevði fingið heilaskjálvta. Tí skal hann binda frið í einar tvær vikur ella meiri enn so og verður tískil ikki í miðverjuni ídag.

Ein annar av KÍ verjuspælarunum, Ólavur Niclassen, er sjúkur og ikki tøkur. Hann var á beinkinum ímóti B36.

Hjá TB noyddist miðverjin Poul Ingason av vøllinum longu fimm minuttir eftir steðgin, tá ið TB síðsta leygardag tapti 3-1 í Runavík. Talan er um vøddaskaða.

Tað er rættiliga frískt lot við Stórá, har liðið, sum fer at verja vestara málið, fer at hava vindin undan.

TB - KÍ: Eiler Rasmussen kl. 14.00