Køvandi Kringvarp ella fólksins tænari

Oddagrein:

Public service – ella almenn tænasta – hevur ofta verið nevnt í sambandi við Kringvarp Føroya – serliga tá røtt hevur verið um fíggjarligu umstøður stovnsins.

 

Nógv hava verið atfinningarsom, nú nýggja leiðslan hevur lagt skránna um – og fleiri hava skotið teimum í skógvarnar, at tey royna at kvala lítla kappingarneytan í Vágsbotni.

 

Hendingin í gjár, tá Kringvarpið út á seinnapartin broytti skránna fyri at senda frá fótbóltsdysti í Gøtu, ber tó av øllum. Rás2 varpaði fyri fyrstu ferð beinleiðis frá fótbóltsdysti sunnudagin – frá einum dysti, sum Kringvarpið hevði gjørt av ikki at senda frá. Tá Kringvarpið eisini hevði valt dystin í Gøtu í gjárkvøldið frá, so var upplagt hjá Rás2 eisini at senda hendan dystin.

 

Men nei. Hesum lat Kringvarpið sær ikki lynda, og almenni stovnurin kallaði tí eyka manning inn at senda frá dystinum. Aðrar sendingar, sum til dømis »Føroyskir sangir«, vórðu fluttar til klokkan 01 í nátt. Neyvan er tað hent áður!

 

Sjálvandi skal Rás2 ikki hava nakran einkarrætt til at senda fótbóltsdystir, eins lítið og Kringvarp Føroya skal hava tað, men tað tykir okkum tó løgið, at Kringvarpið tilvitað leggur sínar sendingar út yvir sendingar hjá Rás2. Ferskastu dømi um hetta eru ítróttarsendingarnar. Rás2 fór í fjør undir sendingina »3. hálvleikur«, sum byrjar tá Kringvarpið er liðugt at senda frá fótbólti sunnudag. Men hvat ger Kringvarpið? Jú, sjálvandi leingja tey sendingina »Bólturin«, so fólk ikki fara at lurta eftir Rás2.

 

Frammanundan hevur Kringvarpið lagt sendingina »Ctrl E« útyvir morgunsendingina hjá Rás2 og sendingarnar við Elis Poulsen út yvir Ynskiløtuna hjá Rás2.

 

Kringvarp Føroya er ein almennur stovnur í almennari tænastu. Hetta tykist leiðslan hava gloymt, og ger hon tí alt fyri at køva ta spírandi rásina í Vágsbotni.

 

Vit spyrja bara hví? Hvat er endamálið hjá Kringvarpi Føroya at uppføra seg á henda hátt? Er tað »almenn tænasta« at leggja sendiflatuna soleiðis til rættis, at fólk ikki skulu lurta eftir Rás2?

 

Vildi Kringvarpið tænt fólkinum – tikið lurtararnar fram um egnar indignatiónir, so átti stovnurin at tikið í hondina á lítlabeiggjanum Rás2, soleiðis at báðar útvarpsstøðirnar kundu lagt sendingarnar sum frægast til rættis soleiðis, at lurtarin fekk sum mest burturúr. Tá livdi leiðslan í Kringvarpinum upp til endamálið sum fólksins tænari.