Jóanis Erik Køtlum verður sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum fyribils, og hann hevur ongar ætlarnir at halda fram í starvinum. Tað sigur hann við Rás2 í dag.
- Nei, eg havi ongar ætlarnir um at verða settur í fast starv. Eg verði bara virkandi stjóri, meðan Heilsumálaráðið leitar eftir einum øðrum, sigur virkandi sjúkrahússtjórin.
Men hví tók tú so av tilboðnum?
- Eg havi verið ráðgevi í Heilsumálaráðnum seinastu átta árini, og nú fái eg møguleikan at royna okkurt øðrvísi. Tað er ein avbjóðing, sum mær dámar væl.
Hvør verður tín uppgáva sum virkandi sjúkrahússtjóri?
- Eg skal syrgja fyri, at fíggjarætlanin fyri í ár verður hildin, og somuleiðis leggja fíggjarætlanina fyri 2011 til rættis, sigur Jóanes Erik Køtlum.
Jóanis Erik Køtlum er 44 ára gamal og útbúgvin cand. merc. Hann var sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum í árunum frá 2001 til 2002. Hann hevur síðan arbeitt sum ráðgevi á Heilsumálaráðnum.
Seinastu árini hevur Jóanis Erik Køtlum havt strategisku ábyrgdina fyri Talgildu heilskuskipanini, THS, sum er tikin í nýtslu í sjúkrahúsverkinum og hjá kommunulæknunum.










