Tá ið KÍ og HB í Formula deildini spældu intensa uppgerð í Klaksvík, endaði tað við, at havnarmenninir fóru avstað við øllum stigunum. HB vann 2-1.
Í dag hevur næstbesta liðið hjá KÍ vitjað í Gundadali, og hesa ferð eydnaðist tað klaksvíkingum at vinna á HB. Úrslitið var 2-1, eftir at KÍ hevði verið á odda 2-0 í 1. hálvleiki.
Aftur hesa ferð var Leon Bjartalíð tvífaldur málskjútti hjá KÍ. Í fyrra førinum gjørdi hann sær dælt av, at málverjin tøvdi eitt sindur, tí hann tóktist halda ein klaksvíking, ið ikki hevði ávirkan á spælið, at vera rangstaddan. Í seinna førinum varð Leon spældur leysur í einum av mongu kontraálopunum hjá KÍ.
Seinna partin av 2. hálvleiki spældi KÍ bara við níggju monnum. Verjuspælarin Ari Samson noyddist av vøllinum, tá ið hann hevði sæðu gula kortið tvær ferðir, og vongverjin Sigmund Jacobsen varð eisini rikin av vølli.
Tá ið tað restaðu tveir minuttir minkaði væl mannaða HB liðið um munin. Málskjútti var Ingvard Vang. HB royndi at trýsta, men hesa ferð eydnaðist tað ikki at fáa stig frá klaksvíkingum. Ikki minst tí Heri Thorsteinsson var sannur brandur í KÍ málinum.