KÍ stóð seg betri enn nakrantíð áður

Men málið, sum gestirnir skoraðu í yvirtíðini ber við sær, at talan ikki varð um nýtt met

Sigurin var so sannførandi, sum hann ongantíð áður hevur verið, tá ið KÍ hevur verið í Europa. Klaksvíkingar vunnu 5-1, og tað er fagnaður millum áskoðararnar, ið eru komnir úr Klaksvík og til Havnar at hyggja at fótbólti.

Sigurin var so sannføandi, at tað man vera lítil ivi um, at klaksvíkingar fara at vinna samantalt. Um eina viku skulu teir spæla í San Marino.

Hóast trivaliga sigurin, so eru spælararnir ikki heilt nøgdir. Teir iðra seg um, at mótstøðuliðið pyntaði um, tá ið vanliga tíðin var farin.

-Hatta áttu teir ikki at fingið loyvi til. Vit eru sjálvandi nøgdir við sigurin, men vit harmast illa um, at vit ikki hildu tætt, sigur Jóannes Bjartalíð, sum skoraði tvey tey síðstu málini. Tað síðsta var við framúr langskoti.

Í fyrra hálvleiki skoraðu Patrik Johannesen og Simen Sandmæl.

-Vit eru lættir um at vinna, tí vit vistu einki um hetta liðið. Vit hava einki tilfar havt at fyrireika okkum útfrá. Tað ráddi um at halda tætt fyri at toga teirra lið sundur, og tað eydnaðist. Tá vit so rættiliga skjótt skoraðu, so kendist tað lættari, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen.

Føroyska metið í Europa eigur EB/Streymur. Tað er 5-1. KÍ var í kvøld bara ein minutt frá at seta nýtt met í føroyskum fótbólti í Europa.

-Vit vistu einki um metið, og vit iðra okkum ikki so nógv um tað, sum vit ikki vistu um, men vit iðra okkum um, at vit góvu teimum høvi at skora eitt mál, sigur Jóannes Bjartalíð og leggur aftrat:

-Vit fara suður til San Marino at taka returdystin í stórum álvara. Enn eru vit bara komnir hálva leið, men sjálvandi er tað hugaligt, at vit eru frammanfyri við fýra málum.