KÍ stórsigurin ferðast kring allan heimin

Við 6-1 sigri hava klaksvíkingar í kvøld framt størsta avrik, sum nakað føroyskt felag hevur framt

Tað er ikki Jeppe, sum framvegis er í dreymasongini. Tað er veruleiki. KÍ hevur í kvøld spælt seg víðari í næsta umfar, og nú er bara eitt tak eftir at taka, áðrenn klaksvíkingar hava tryggjað sær pláss í bólkaspælinum í Europa League.

Dinamo Tbilisi, sum í 1981 vann europeiska finalu, hevur í kvøld lagt rygg til 6-1 tap á Tórsvølli.

Vit kunnu iðra okkum um, at tað ikki var á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík og við fullsettum skýlum báðu megin vøllin, at teir bláu og hvítu í kvøld framdu hetta avrikið.

Men koronan er koronan, og enn er vøllurin í Klaksvík ikki heilt dagførdur, so hann lýkur altjóða krøvini, men tað verður ivaleyst ikki leingi, inntil tað verður veruleiki, tí við hetta lag eru teir har norðuri noyddir at brynja seg út til uppaftur størri uppgávur.

6-1 á georgiska meistaraliðnum er avrik og úrslit, sum er heilt fullkomuliga óhoyrt, og undan dystarbyrjan í kvøld var tað eingin, sum dugdi at ímynda sær, at tað fór at enda soleiðis.

Men tað er ein veruleiki, at KÍ nú er eitt stig frá at luttaka í bólkaspælinum í Europa League. Og hvør hevði roknað við tí? – Eingin í Føroyum og so als ikki nakar uttanfyri landoddarnar.

Talan var um liðavrik. Ein rann fyri allar, og allir runnu fyri ein. Allar 90 minuttirnar var KÍ liðið framúr væl skipað. Tað var stutt millum keturnar, tað riggaði væl at flyta liðið úr øðrum borðinum og í hitt, og klaksvíkingar vóru stinnir í nærdystinum.

Frá fyrsta bríksli kendist, at klaksvíkingar høvdu sjálvsálit at bjóða mótstøðumonnunum av, og teir høvdu alla tíðina fleiri møguleikar at finna viðleikarar.

Níggju minuttir undan leikloki varð Jonn Johannesen skiftur inn. Hann avloysti Páll A. Klettskarð, sum varð klappaður av vøllinum av teimum fáu, ið vóru eygnavitni til sensatiónina.

Páll A. Klettskarð skoraði reint hattrikk. Hann skoraði trý tey mál í seinna hálvleiki. Tað fyrsta til 3-0 eftir kiks í verjuni, tað næsta við fínum stútara eftir fríspark frá Jóannesi Bjartalíð og til 5-1, eftir at málverjin hevði hálvbjargað, tá ið Patrik Johannesen royndi seg við frísparki úr stórari fjarstøðu.

KÍ setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Patrik Johannesen stríddist í eyðkenda lagnum, sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann vann horna í høgru.

Jóannes Bjartalíð legði innfyri, og tá ið ein av verjuspælarunum hevði snittað bóltin framvið sínum egna málverja, stóð Deni Pavlovic við handara stólpa og sendi við høvdinum bóltin í málið.

Og tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki øktu klaksvíkingar um munin. Jóannes Bjartalíð snaraði seg úr tronga í høgru, rak inn ímóti miðjuni, áðrenn hann sendi bóltin í vinstru til Jesper Brinck, sum sneiddi framvið verjuspælaranum og sendi innfyri, og við nærra stólpa var Patrik Johannesen á rætta staðnum í røttu løtu og økti til 2-0.

18 ára gamli Jonn Johannesen avloysti Páll A. Klettskarð, og Jonn takkaði fyri, tá ið hann eftir innlegg úr høgru frá Jóannesi Bjartalíð staðfesti 6-1 sigurin – 6-1 sigurin, ja tað ber næstan ikki til at trúgva tí!

Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru gestirnir meiri á bóltinum, og onkra ferðina kendist tað vera vandamikið í KÍ brotsteiginum. So var tað, at KÍ økti um munin til 2-0 og 3-0, og síðani vístu meistararnir úr Klaksvík, at teir høvdu tak á støðuni, og í seinna hálvleiki vundu teir úr georgiska meistaraliðnum.

Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic høvdu fult og heilt tak á sentrala miðvøllinum, og Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen arbeiddu í borðunum sum leyvur samstundis, sum teir vóru skilagóðir í uppspælinum.

Í fremstu røð vóru Ole Erik Midtskogen og serliga Páll A. Klettskarð so arbeiðssamir og skilagóðir, sum teir sum oftast eru, og tað var heilt avgerandi, at Páll A. Klettskarð økti um munin til 3-0 og so til 4-0 og 5-1.

Kristian Joensen í málinum avrikaði á tí støðinum, sum hann mest sum hvørja ferð hevur gjørt, síðani sáttmáli varð undirskrivaður við nýggjan polskan málverja, og í borðunum vóru Jóannes Kalsø Danielsen og Jesper Brinck fínir vongverjar.

Í síðsta minutti varð Boris Dosljak skiftur inn. Hann hevur verið KÍ drúgvur og trúgvur, og tað var hugaligt hjá honum á vøllinum at vera vitni til, at KÍ vann 6-1 ímóti Dinamo Tbilisi úr Georgia.

Tað er ikki so langt síðani, at føroysk lið løgdu rygg til eyðmýkjandi stórtap ímóti liðum úr Georgia og øðrum londum úr gamla Sovjetsamveldinum.

Í kvøld vísti KÍ, at tað er heilt og fult vent í holini, og søgan um stórsigurin hjá KÍ fer nú kring alt Europa og allan fótbóltsheimin.

Leingi livi KÍ!

https://www.in.fo/myndasavn/

 

KÍ – Dinamo Tbilisi 6-1 (1-0)

1-0: Deni Pavlovic 22.

2-0: Patrik Johannesen 58.

3-0: Páll A. Klettskarð 60.

4-0: Páll A. Klettskarð 69.

4-1: José Vitor Dos Santos 71. 

5-1: Páll A. Klettskarð 73.

6-1: Jonn Johannesen 85.

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (David Škrbec, 75.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Boris Došljak, 89.)– Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 82.), Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Lukasz Jarosiński, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, Børge Petersen

Gult kort: Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen

Venjari: Mikkjal K. Thomassen