KÍ spældi við eld á norðoyastevnu

Patrik Johannesen skoraði tvær ferðir í tíðini, sum dómarin legði aftrat, og so misti AB alt á stokkinum

KÍ vinnur ikki, tá ið tað er norðoyastevna, summarfestivalur og sjómannadagur.

Soleiðis plagar at verða tikið til, men fleiri ferðir síðstu árini hava klaksvíkingar gjørt útsøgnina til skammar.

Í dag er norðoyastevna, og í dag var støðan í Klaksvík 1-0 til AB, tá ið vanliga leiktíðin var farin. KÍ pressaði og pressaði, og áskoðarafjøldin beit negl.

Patrik Johannesen hevur ikki skorað so nógv mál, síðani hann flutti til KÍ, sum tað varð roknað við, at hann fór at megna, tí hann hevur so ofta áður víst, at hann hevur gott máltev.

Men í dag var Patrik Johannesen avgerandi. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði Patrik Johannesen tvær ferðir, og harvið syrgdi hann fyri, at stigini, sum vóru á veg av norðyastevnu og suður í høvuðsstaðin, kortini vóru í Klaksvík.

2-1 sigurin ber við sær, at KÍ framvegis er topplið – eitt stig frammanfyri NSÍ.

Bjarki Nielsen skoraði AB málið eitt stórt korter undan leikloki..

NSÍ vann í gjár 3-1 á heimavølli ímóti TB. NSÍ er næstfremst, og næst teimum í Runavík er B36, sum vann trivaligan 3-1 sigur í Fuglafirði.

Skála legði seg í fyrra hálvleiki framum 1-0 í Sarpugerði, men eftir steðgin svaraði Víkingur aftur. Heðin Klakstein skoraði Skála málið, og í seinna hálvleiki javnaði Adeshina Lawal, og fram ímóti dystarenda stútaði Heðin Hansen sigursmálið eftir horna úr vinstru.

Í Gundadali var sonn málveitsla. Arnbjørn Hansen var í hopla í EB/Streymaálopinum, og tað var hvøkkur, tá ið Gestur Bogason Dam í seinna hálvleiki legði EB/Streym framum 4-3. Men so svaraði HB aftur og vann 6-4.

 

KÍ- AB 2-1 (0-0)

0-1: Bjarki Nielsen 71.

1-1: Patrik Johannesen 91.

2-1: Patrik Johannesen 93.

 

Víkingur-Skála 2-1 (0-1)

0-1: Heðin Klakstein 14.

1-1: Adeshina Lawal 54.

2-1: Heðin Hansen 84.

 

ÍF-B36 1-3 (0-2)

0-1: Michal Przybylski 12.

0-2: Michal Przybylski 14.

0-3: Árni Frederiksberg 65.

1-3: Dánjal Pauli Højgaard 15.

 

HB-EB/Streymur 6-4 (3-3)

0-1: Arnbjørn Hansen 2.

1-1: Adrian Justinussen 13.

1-2: Arnbjørn Hansen 14.

2-2: Ari Mohr Olsen 17.

3-2: Ari Mohr Olsen 34.

3-3: Steffan Løkin 45.

3-4: Gestur Bogason Dam 61.

4-4: Adrian Justinussen br 72.

5-4: Ari Mohr Olsen 74.

6-4: Sebastian Pingel 80.

 

NSÍ – TB 3-1 (2-0)

1-0: Klæmint A. Olsen 24.

2-0: Pól Jóhannus Justinussen 34.

2-1: Ndende Adama Guéye 57.

3-1: Búi Egilsson 79.

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ: Tórður Thomsen – Per Langgaard, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen – Petur Knudsen, Jann Martin Mortensen (Óli H. Olsen, 76.), Jann Benjaminsen (Búi Egilsson, 60.) – Klæmint A. Olsen (Betuel Hansen, 66.)

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Peder Nersveen

Venjari: Guðjón Ꝥórdarson

TB: Milos Budakovic – Aron Sørensen (Bartal Klein Olsen, 46.), Ndende Adama Guéye, Teitur Olsen, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike, Veljko Vukovic (Ólavur av Fløtum Reginsson, 86.), Tormóður P. Djurhuus (Jens Erik Bruhn, 65.) – Ivan Ivanovic, Stefan Radosavljevic

Gult kort: Ndende Adama Guéye

Venjari: Zoran Pavlovic

 

12921311029
NSÍ12912331228
B3612903211227
Víkingur12822251526
HB12633251621
Skála12507151415
TB12336112412
EB/S1221915327
ÍF1211109294
AB12111014354

13. umfar

Fríggjadagin 14. juni

Skála - KÍ

Leygardagin 15. juni

NSÍ - AB

EB/Streymur - Víkingur

Sunnudagin 16. juni

ÍF - HB

TB - B36