KÍ-Slovan: Dysturin verður fríggjadagin klokkan 17

Champions League: Tað er nú endaliga staðfest at dysturin verður fríggjadagin klokkan 17

Champions League dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava, sum skuldi verða í kvøld klokkan 19, er nú fluttur til fríggjadagin klokkan 17. Upprunaliga var ætlanin at spæla hann klokkan 19, men tað verður av ongum, tí Europa League finalan verður sama kvøldið. 

Evropesiska Fótbóltssambandið leggur nógv fyri, at dystir ikki verða spældir samstundis sum tað eru stórdystir í Champions League og Europa League. Eftir ætlan lendir eykaliðið hjá Slovan Bratislava í morgin klokkan 12.15.

Teir skulu venja á vøllinum í Klaksvík klokkan 18, men tá skulu teir hava verið testaðir og allar royndir skulu verða negativar.

Vilja hava spælarar úr sóttarhaldi

Tað komu tveir flúgvarar til Føroya úr Bratislava fyrr í vikuni. Tann eini er farin avstað seinnapartin í dag. Sum skilst, so vóru bara arbeiðsfólk við umborð. Ein annar leiguflúgvari stendur at flúgva til Bratislava í morgin klokkan 11.

Spurningurin er so um tað verður við hópinum hjá Slovan Bratislava ella ikki. Hópurin er ikki farin av landinum enn, hóast alt ferðaliðið er í sóttarhaldi og hevur fingið boð um at fara av landinum.

Virkandi formaðurin í Slovan Bratislava, Ivan Kmotrík Jr, er í øðini inn á føroysku myndugleikarnar og ætlar gera alt fyri, at spælararnir á besta liðnum sleppa úr sóttarhaldinum áðrenn dystin fríggjadagin. Hetta er helst eisini orsøkin, at teir framvegis eru í landinum.

- Vit hava hildið reglugerðina hjá UEFA. Vit hava fylgt henni neyvt og vit hava 18 spælarar í Føroyum, sum hava fingið negativan test tvær ferðir upp í slag. Tí fara vit nú aftur at royna at fáa teir úr sóttarhaldinum, so teir kunnu spæla fríggjakvøldið, sigur Ivan Kmotrík og leggur afturat:

- Hetta er ein óvanliga kompliserað og avbjóðandi støða fyri okkum, og sanniliga eisini fyri viðhaldsfólkini. Komandi 24 tímarnir fara vit at gera alt fyri at halda fast í møguleikanum at spæla dystin, og kunna spæla um at koma víðar. Eg vænti at vit fáa sukse saman og at vit fara at klára tað, sigur formaðurin í Slovan Bratislava, Ivan Kmotrík.