KÍ skotið tíggju mál í miðal

Hóast lítið er fráliðið, so tykist vera greitt, at tað eru KÍ og HB, sum fara at kappast um meistaraheitið í kvinnudeildini í ár

Eftir, at fýra umfør eru leikt í kvinnudeildini, tykist rættiliga greitt, at KÍ-kvinnurnar aftur í ár fara at gerast drúgvar. Í løtuni er tað bert HB, sum tykist kunna hótta greipuvinnararnar í fjør. Undan umfarinum um vikuskiftið høvdu KÍ-kvinnurnar skotið 30 mál í trimum dystum, og eftir fjórða umfar hevur KÍ framvegis tíggju mál í miðal fyri hvønn dyst.

Sunnudagin hevði KÍ vitjan av B36, og vunnu sannførandi 10-0. B36 fekk silvurkrónurnar í kappingini í fjør, og tí er rættiliga óvæntað, at so stórur styrkismunur skal vera á liðunum í ár. Úr Klaksvík verður sagt, at talan var um einvegis ferðslu á B36-málið, og at havnarliðið hevði lítið at bjóða uppá.

Í hinum dystinum í kvinnudeildunum millum FS Vágar og GÍ, vóru tað gøtukvinnur sum vóru omaná. GÍ vann dystin 7-2, eftir 4-0 í hálvleikinum. Ringa veðri gjørdi sítt til, at tað var langt millum góða spælið í Vágum. GÍ hevði leikliga yvirvág allan dystin, og sum úrslitið sigur, so var ongantíð nakar ivi um úrslitið av dystinum.

Dystirnir millum Sumba-AB og EB/Streym-B68 vórðu báðir útsettir, vegna veður. B71 hevur tikið sítt lið úr kvinnudeildini, og sostatt eru níggju feløg eftir í kvinnudeildini.

4.umfar í tølum:

KÍ-B36 10-0 (4-0)
1-0 Vivian Bjartalíð
2-0 Rannvá Andreasen
3-0 Vivian Bjartalíð
4-0 Vivian Bjartalíð
5-0 Rannvá Andreasen
6-0 Malena Josephsen
7-0 Bára S. Klakstein
8-0 Sjálvmál
9-0 Bára S. Klakstein
10-0 Rannvá Andreasen

FS Vágar-GÍ 2-7 (0-4)
0-1 Hansa Mikkelsen
0-2 Anja Klæmintsdóttir
0-3 Heidi Heinesen
0-4 Hansa Mikkelsen
1-4 Mai Prior
1-5 Heidi Heinesen
1-6 Unn Jarnskor
2-6 Birgit Khaliqhey
2-7 Hansa Mikkelsen

HB-B71 B71 tikið seg úr kappingini

Sumba-AB útsettur

EB/Streymur-B68

KÍ-kvinnurnar fara aftur í ár at gerast drúgvar í kvinnukappingini. Sunnudagin stóð B36 fyri tørni, og máttu tær leggja rygg til eitt 10-0 tap. Greipuvinnararnir hava nú skotið tíggju mál í miðal hvønn dyst.