Mansflogbóltur
Flogbólturin í Fuglafirði hevur sum heild havt tað gott í ár, men seinstu vikurnar hava tó givið nakrar skeinur í lakkið. Eftir at teir annars hava tókst fullkomuliga einaráðandi, hava menninir hjá ÍF snávað tvær ferðir seinastu vikurnar, otg nú bert eitt stig var niður til Mjølnir, var av álvara farið at sansa at.
Tí var sera umráðandi hjá liðnum at reisa seg, tá Fleyr vitjaði. Ikki tí. Móti Fleyr vildi alt annað enn ein 3-0 sigur verið at rokna sum ein sensatión, men fyri at fáa spæligleðina aftur er ofta tørvur á nøkrum succés-upplivingum, og tað var fyrst og fremst hesar, sum tað ráddi um at fáa. Ikki minst nú bert ein vika er eftir til steypafinaluna.
Í posa og sekk
Og ikki kann sigast annað enn, at fuglfirðingarnir fingu í bæði posa og sekk. Fleyr varð sent til hús við einan 38 stigum býtt yvir trý skjót sett, og tað sigur helst tað mesta av tí, sum er at siga um tann dystin.
Gjørdist lagið í ÍF betri av hesum, so gjørdist tað ikki minni gott, tá úrslitini frá hinum dystunum frættist sunnudagin. At SÍ megnaði at vinna dystin í Klaksvík mundi í øllum førum vera ein seinkað jólagáva av teimum heilt stóru hjá ÍF.
Teir eru nú trý stig undan næstu liðunum, og tó at tað enn eru tríggir dystir eftir at leika, so skal tað vilja meira enn illa til, um gullið skal gleppa teimum av hondum. Gaman í hevur ÍF torførastu dystarskránna eftir av oddaliðunum, men sum gongdin hevur veirð í ár, so kann roknast við, at ÍF í øllum førum fýra av seks stigum, og gera teir tað, so vilja teir helst leggja vertin á, hvussu hini liðini standa seg.