Kósin svølgir nógvan fisk

Tað var tað tíðarskeið, tá tómligt var við Kósabrúnna í Klaksvík, men nú eru tvey ár, síðan virkið reisti seg aftur úr øskuni.

Tann parturin av vinnulívinum í Klaksvík, sum hevur við skip og fiskavirking at gera, hevur ment seg nógv hesi bæði árini. Skip eru keypt til býar, og nógv framleiðsluvirksemi hevur verið á tí stóra Kósavirkinum.

Í gjár landaðu tríggir trolarar ikki minni enn 400.000 pund í Klaksvík. Hesin fiskur skal so fáast gjøgnum maskinurnar, pakkast og frystast á Kósini, áðrenn fólk fara í jólafrí.

Fyrrverandi vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, sum nú eru heimahoyrandi í Klaksvík, landaðu umleið 260.000 pund og ísfiskatrolarin Edna landaði 140.000 pund.

Edna partrolar saman við Beinissvørði, sum landaði í Vági.

Meginparturin av veiðini hjá skipunum, sum landaðu á Kósini í gjár, var upsi.

Myndin til greinastubban er tikin í eini tíð, tá tómligt var við Kósabrúnna. Nú er vent - og nógv landingarvirksemi er við bryggjukantin, eins og fólk inni á virkinum í løtuni hava úr at gera.