Um 22-tíðina nýggjárskvøld loysti línuskipið Váðasteinur á Toftum og setti kós vestur í hav. Teir fara longu leiðina yvir á Flemish Kap at royna fiskieydnuna.
Váðasteinur er ísfiskalínuskip, meðan onnur skip, sum eru farin og ætla sær yvir á Flemish Kap at fiska av føroysku kvotuni, eru frystilínuskip.
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari og Ovi Brim, sóknarprestur, høvdu andakt umborð á skipinum, áðrenn loyst varð á Toftum.
- Hetta er langt at fara á ísfiskaveiði. Men, veðurlíkindini eru rímiliga góð, og fiskiskapurin hevur verið framúr góður undanfarnu árini. So, vit vóna, at tað fer at ganga væl.
Tað sigur skiparin á Váðasteini, Árni Zachariasen, á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Við Váðasteini henda túrin eru 14 mans.