Kósin í Klaksvík steðgaði upp vegna vatntrot

Kósin mátti gevast at arbeiða í nøkrum tíðarskeiðum fríggjadagin, tí lítið einki vatn er í Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið á netsíðu síni. Nógv arbeiði hevur verið á Kósini seinastu tíðina, men í dag komu trupulleikar í framleiðsluna vegna skerping í Klaksvík.

Fríðin Ziskason, virkisleiðari á flakavirkinum sigur, at hevði vanligur arbeiðsdagur verið dagin eftir, so høvdu tey als ikki kunna arbeitt fríggjadagin.

-Vit fingu trupulleikar við vatninum, og framleiðslan steðgaði í eitt korter av tí sama. Seinni vóru vit noydd at steðga allari framleiðsluni ein tíma fyrr enn ætlað, sigur hann við Norðlýsið.

Kelda og lesið meira:

www.nordlysid.fo/einki+vatn+i+klaksvik+kosin+matti+gevast+at+arbeida.html

Mynd: portofklaksvik.com