Kósarbrúgvin longd

Um fáar vikur fáa klaksvíkingar 32 metrar av kei afturat

Dánjal Højgaard


Arbeiðið, at leingja Kósarbrúnna byrjaði fyri einum ári síðani og hevur m.a. verið seinkað av einum skaða, sum hendi í ódnarveðri. Men nú er komið undir land.

Kósarbrúgvin er longd 32 metrar norðureftir og tá liðugt er stoypt um nakrar vikur ljóðar rokningin uppá umleið fimm milliónir krónur.

Tað hevur verið óarbeiðsligt á Kósabrúnni, serliga eftir at Fiskamarknaður flutti yvir á eystara armin at vera. Virksemið á Kósarbrúnni er stórt, og tað hevur ikki verið trygt at ferðast á havnarøkinum.

Nú kunnu skip leggja at beint yvirav bygninginum norðanfyri Kósavirkið, har Fiskamarknaðurin húsast. Eisini størri skip - sum risatrolarin Næraberg - kunna bindast har. Á norðursíðuni, á sjálvum keiendanum, verður atløgupláss til útróðrarbátar.

Tá ið havnarútbyggingin er av verður farið undir at rudda tað stóra økið norðan fyri Kósarbrúnna, so at tað eisini verður havnini at gagni.

Sum skilst er norðasti partur av Kósarbrúnni einki serliga veðurgott pláss, og tí hevur onkur hittinorðaður klaksvíkingur doypt hann lortendan. Viðrar ikki kunnu bátar og skip framvegis leggja at longur inni við Kósarbrúnna, og tá fer tann longda keiin, at lætta um ferðsluna til og frá skipunum.

Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum fíggjar havnarútbyggingina í Klaksvík.