Tað gongur væl í Klaksvík, har teir royna ikki at hava ov høga sigarføring og í staðin at hava fokus á næstu avbjóðingini. Hon er stór, tí tað hevur ofta hilnast illa á Skála. Í fyrra árið tapti KÍ landskappingardystin har úti 2-0, og í fjør gekk tað syndarligt, tá ið EB/Streymur hevði heimavøll á Skála, og úrslitið var 4-4, eftir 4-1 KÍ leiðslu.
-Tað gongur rætta vegin, og tað eru nógvir um boðið. Hýrurin er góður undir venjing, men trupulleikin er, at tað ikki eru stundir at venja so nógv meiri enn at hvíla og koma fyri eg, nú tað er so stutt millum dystirnar, sigur Atli Danielsen.
Stinni miðverjin Ahmed Mujdragic verður ikki við næstu ferðirnar. Hann sá beinleiðis reytt sunnudagin og fær í minsta lagi tveir og kanska tríggjar dagar fyri tað. Frammanundan var hann leikbannaður ímóti Skála, tí hann hevði sæð gult fýra ferðir.
Semi Hadzibulic er skaddur, og tað er ivasamt, um Mayowa Oladele Alli verður førur fyri at spæla í kvøld.
Skálamenn eru á aldukambinum eftir stórsigur á TB og eftir at hava spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini:
-Vit høvdu fult og heilt tak á tí í Gundadali ímóti Giza Hoyvík, og vit spældu okkum til fleiri aðrar møguleikar enn teir, sum bóru 2-1 sigurin við sær, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen, sum saman við spælarunum fegnast um 5-1 heimasigurin á heimavølli ímóti TB. Hetta var størsti Skála sigurin í bestu deildini í tíggju ár. 13. apríl í 2006 vann Skála 5-0 á heimavølli ímóti VB/Sumba.
Allir spælararnir á Skála eru tøkir, eisini miðverjin Fritleif í Lambanum, sum síðst var leikbannaður.