Ákærurnar vóru lygn

Tá Rafik Bourbia og bróður hansara, Farhad, 31. juli vórðu dømdir fyri drápshóttan móti systir- og bróðursynum teirra, vóru ákærirnar bygdar á lygnir. Tað sigur annar teirra, sum meldaði Rafik og bróðurin til løgregluna

Muhammed Bourbia skrykkir nú teppið undan ákæruvaldinum í málinum móti Rafik Bourbia og bróðuri hansara um drápshóttan móti Muhammed og einum systkinabarni hansara.

- Tá Tallell fyri stuttum viðgekk fyri mær, at alt, hann hevði sagt mær um hóttanir frá Rafik var nakað, hann hevði funnið upp á, gjørdi eg av at koma aftur til Føroya, sigur Muhammed Bourbia.

Tallell hevur rikið Rafiksa seinastu árini, og hevur havt bæði innkeyp og handfaring av pengum um hendi. Í rættinum kom fram, at tað kom ikki nóg nógvur peningur í kassan, hóast sølan kundi verða upp í fleiri og tjúgu túsund um dagin. Í dag sigur Rafik seg hava funnið út av hví.

- Tað vísti seg, at eingir kontantir pengar komu á kontoina í bankanum. Bert sølan, sum fór fram við korti, kom á konto, sigur Rafik Bourbia.

Tað hevur seinni víst seg, sambært samstemmandi frágreiðingum frá teimum báðum, Rafik og Muhammed Bourbia, at stóri skurkurin í málinum er Tallell, sum hevur tikið kontanta peningin, veksla hann um til danskar seðlar og síðani sent teir við posti til Tunesia.

- Eg havi spurt meg fyri í bankanum, um reiður peningur varð settur inn, og á posthúsinum um brøv, og eg kann bara staðfesta, at eingin reiður peningur er settur inn á kontoina í langa tíð, og at peningur er vekslaður um úr føroyskum til danskar seðlar, sigur Rafik Bourbia.

Somuleiðis váttar heim aftur komni Muhammed Bourbia, at hann hevur sæð Tallell við nógvum pengum í tasku síni her heima í Føroyum.

 

Altíð hjálpt mær

Sambært Muhammed Bourbia, eru allar ákærur móti Rafik Bourbia settar fram eftir at Tallell hevði bilt honum inn, at Rafik skuldi havt sagt tað, sum hann er dømdur fyri at siga.

Rafik Bourbia hevði illgruna til, at alt ruggaði ikki rætt við pengunum, og tí halda teir báðir, at Tallell hevur kent seg kroystan av avdúking, og at tað kann vera atvoldin til, at hann hevur sagt Muhammed Bourbia um hetta við hóttanum frá Rafik.

Muhammed Bourbia sigur, at hesar hóttanir ikki eru settar fram, meðan hann hevur hoyrt, og alt hann veit um tær er tað, sum systkinabarnið hevur sagt honum.

- Tá hann ringdi um morgunin og segði, at Rafik ætlaði at drepa okkum, gjørdist eg ræðuliga bangin. Eg skilti ikki hví, men eg trúði honum, og tá hann so rann avstað úr pizzarianum og bað meg koma við, so fór eg, sigur Muhammed Bourbia.

Í rættinum kom eisini fram, at bróður Rafik hevði sæð teir báðar, Muhammed og Tallell í Kastrup, har teir høvdu spurt um veksling av pengum. Sambært Muhammed Bourbia veit hann einki um tað, og sigur tað má tískil hava verið Tallell, sum hevur havt pengarnar og spurt um veksling.

- Eg havi verið í Føroyum í sjey ár, og Rafik hevur altíð verið fittur og blíður og hevur hjálpt mær á mangan hátt. Tí skilti eg ikki, at hann skuldi havt hótt okkum báðar eftir lívinum, sigur Muhammed Bourbia.

Hann undirstrikar, at hann hevur ikki verið til staðar sjálvur, tá Rafik Bourbia skal hava framført hesar hóttanir.

 

Fer at vitna

Rafik Bourbia sigur, at hann var ovfarin, tá hann varð tikin av løgregluni og gjørdur varðugur við skuldsetingarnar móti sær og bróðurinum. Og hann endurtók tað, sum hann eisini førdi fram í rættinum.

- Eg virði teir sum mínar egnu synir. Og tí skilti eg ongantíð, at teir kundu havt sett hesar ákærurnar fram móti mær, sigur Rafik Bourbia.

Eftir at Muhammed Bourbia kom heim aftur til Føroya fyri góðari viku síðani, hevur hann verið hjá løgregluni og hjá sakføraranum hjá Rafik Bourbia og boðað teimum frá, at tað er systkinabarnið, sum hevur íspunnið hesa søguna. Meðan Bjørn á Heygum er fegin um hetta óvæntaða vitnið til landsrættin, so hevur løgreglan boðað frá, at málið ikki longur hvílir í teirra hondum.

- So eg má bíðað, til málið kemur fyri í Eystara landsrætti, áðrenn eg kann siga ákæruvaldinum sum er, sigur Muhammed Bourbia.

Teir báðir ungu vóru annars ikki til staðar í rættinum, tá sakin móti Rafik Bourbia og bróðuri hansara fór fram, men teir vóru avhoyrdir framman undan. So skjótt sum hetta var gjørt, fóru teir til Tunesia. Men sum skiltist á lagnum hendan dagin í rættinum, so høvdu verjarnir havt møguleika at tráðspurt Muhammed og Tallell.

 

Nógvan ágang

Tá Sosialurin vitjaði seinnapartin í gjár kundi tað ikki umgangast, at vit løgdu til merkis tvey brot í rútinum á úthurðini.

- Soleiðis er tað, rúturin er steinaður inn. Her verður brotið inn í heilum, og tí goyma vit einki av virði inni her, sigur Rafik Bourbia.

Og millum virðini eru passini hjá teimum.

- Tallell segði, at Rafik hevði stolið passini hjá okkum, tá hann ringdi til mín hendan morgunin í juli. Seinni niðri í Tunesia segði hann mær, at tað passaði ikki, og at hann sjálvur hevði givið Rafik passini. Hetta var vanligt, tí visum er ógvuliga trupult og umstendiligt at fáa í Tunesia, og tí er tað vanligt, at Rafik hevur passini hjá okkum, sigur Muhammed Bourbia.

Rafik Bourbia vísir eisini á, eins og hann gjørdi í rættinum, at tá hann goymdi passini í bilinum, so var tað eingin loyna sum so.

- Teir høvdu jú lykilin til bilin, sigur Rafik Bourbia, sum vísir á, at tað ikki bert vóru passini hjá Muhammed og Tallell sum vóru goymd har, men eisini passini hjá sær sjálvum og bróðrinum.

Hann sigur seg annars hava kent nógvan ágang, og umframt innbrotini er eldur eisini einaferð settur á pizzabúðina hjá honum.

Hinvegin undirstrikar hann umaftur og umaftur, at tað ikki er hann, sum hevur lokkað Muhammed Bourbia til Føroya aftur, men at tað útilokandi er Muhammed sjálvur, sum hevur tikið ta avgerðina.

Muhammed Bourbia vil hava fram í ljósmála tað mistakið, sum hann heldur er gjørt, og tá hann nú er til reiðar at vitna »móti sær sjálvum« í landsrættinum, so kann bara gitast um úrslitið.

Í hvussu er kann staðfestast, at Muhammed Bourbia er aftur í Føroyum, býr inni hjá Rafik og hevur tikið arbeiðið sum pizzakokkur í Rafiksa upp aftur.